Við talgilda gávukortinum frá okkum hevur tú eitt kort, ið kann brúkast í hesum Samkeypshandlum:
- Hjá Pidda/ Toftir
- Skálin/ Skála
- Matvørubúðin / Nólsoy
- Heygabúðin / Klaksvík
- Stranda Centrum / Strendur
- CAJ / Kollafjørður
- PE Norðagøta
- INN / Eiði
- Effo / Leirvík
- INN / Tórshavn
- Samkeyp Sigmundargøta / Tórshavn
- Esla Tvøroyri
Upphæddin, ið keypt verður fyri, verður drigin frá saldu á kortinum beinanvegin, og tú kanst síggja restsaldu á kassalepanum.
Kanna upphædd
Um tú ynskir at kanna upphæddina á gávukortinum ber til at fara í ein av Samkeypshandlunum ella vitja hesa heimasíðu.
Eisini kann tú skjótt og lætt síggja saldu á gávukortinum, við at skanna QR-koduna á baksíðuni á gávukortinum. Hetta kann tú gera við myndatólsappini á fartelefonini ella við eini QR-kodulesara app. Tú verður tá leidd/ur inn á eina serliga mobilsíðu, har saldu og transaktiónslisti verður vístur.
Hent at vita
- Lægsta upphæddin, sum kann setast á eitt kort er 100 kr. og hægsta upphæddin er 3.000 kr. Um tú ynskir at geva meira enn 3.000 kr., verður upphæddin býtt sundur á fleiri kort.
- Kortið kann ikki endurnýtast.
- Gildistíðin er 3 ár frá útgávudegi.
- Um kortið blívur burtur, verður ástandandi upphædd ikki endurgoldin.