Privatlívspolitikkur

Hetta er privatlívspolitikkurin hjá Samkeypshandlunum

Okkara privatlívspolitikkur lýsir, hvørjar persónsdátur verða savnaðar á okkara heimasíðu: https://samkeyp.fo og hvussu upplýsingarnir verða brúktir, goymdir og hvørjar mannagondir vit hava, sum skulu trygga at vit handfara dátur á rættan hátt.

Hvørjar persónsdátur savna vit og hví?

Cookies
Tá tú vitjar heimasíðuna hjá Samkeyp savna vit m.a. upplýsingar um tína teldu/eind, tín kaga, hvar tú ferðast runt á samkeyp.fo, hvussu leingi tú vart á hvørjari síðu og hvaðani á netinum tú komst frá. Hetta verður savnað við cookies, sum er tøkni, ið leggur seg á tína teldu, um tú loyvir tí. Endamálið við cookies er ymiskt frá heimasíðu til heimasíðu, og summar cookies eru kravdar, fyri at heimasíðan skal uppføra seg sum ætlað. Aðrar cookies eru minni neyðugar fyri virkisfýsni, men kunnu geva okkum innlit í, hvussu vitjandi brúka síðuna. Tær dáturnar kunnu vit brúka til at menna síðuna og gera hana enn meira brúkaravinaliga.

Fyrstu ferð tú vitjar ahandil.fo fær vitjandi møguleika at vátta kravdar cookies-stillingarnar og at velja ókravdar cookies-stillingar til ella frá. Eisini verður kunnað innleiðandi um okkara privatlívspolitik, og tann vitjandi fær møguleika fyri at lesa meira um hvat tað inniber við leinkju til hesa síðuna.

Oyðiblað/Starvsumsóknir

Sjálvbodnar starvsumsóknir/ Starvsumsóknir til lýst starv
Tá fólk søkja sjálvboðið starv hjá Á handlunum og til eitt lýst starv, er tað mest vanliga, at tað verður gjørt umvegis heimasíðuna www.samkeyp.fo við at fylla eitt oyðublað út.Tá tað verður gjørt á tann hátt, kemur umsóknin automatiskt til hr@ph.fo. Harfrá vera umsóknirnar lagdar í SameSystem (okkara starvsfólkaskipan) (og strikaðar í Outlook), so leiðarin í ávísa handlinum, sum søkt verður um starv hjá, kann síggja umsóknina. Hálva hvørt ár vera hesar umsóknir strikaðar. Á hendan hátt tryggja vit okkum, at starvsumsóknir ikki liggja og florera runt umkring hjá ymsum leiðarum og at tær javnan vera strikaðar.

Av og á skulu umsóknir til lýst starv sendast til hr@ph.fo. Tá vera tær eisini lagdar í Same System og strikaðar í Outlook. Tá fólk senda umsóknir beinleiðis til leiðaran í ávísa handlinum, sendir viðkomandi umsóknina til HR, sum leggur umsóknina í SameSystem og strikar hana í Outlook.

Tá fólk søkja starv umvegis heimasíðuna www.samkeyp.fo, hava okkara veitarar av heimasíðuni atgongd til hesar umsóknir, men vit hava undirskrivað skjal um trúnað við okkara veitarar. Harumframt hevur marknaðardeildin eisini atgongd til hesar umsóknir og marknaðardeildin strikar hesar umsóknir úr heimasíðuskipanini hálva hvørt ár.

Viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við tíðindabrøv

Poul Hansen samtakið (Samkeyp, Poul Hansen heilsøla, Á, Gastro, Krás, Staðrøkt og aðrar eindir í samtakinum) sendir kunning og marknaðarføringstilfar við teldubrævi og sms til tey sum melda seg til. Kunningin inniheldur tilboð, tíðindi, virðisseðlar, ráð og annað, sum er viðkomandi.

Fyri at Poul Hansen samtakið kann senda tær kunning, er neyðugt, at Poul Hansen skrásetur teldupostadressuna hjá tær. Poul Hansen fer ikki at brúka teldupostadressuna til annað enn at senda tær kunning. Tá tú meldar teg til at móttaka kunning frá Poul Hansen samtakinum, samtykkir tú samstundis til, at Poul Hansen kann viðgera persónupplýsingar um teg.

Teldupostadressan hjá tær verður goymd hjá MailerLite Ltd, sum veitir kunningarskipanina. MailerLite goymir upplýsingarnar í Niðurlondum.Teldupostadressan hjá tær verður ikki deild við onnur.

Tú kann melda teg frá við at trýsta á leinkjuna “Melda frá her” niðast í teldupostinum við kunningini ella við at venda tær til Samkeyp ella Poul Hansen. Tá tú meldar teg frá verður teldupostadressan strikað. Poul Hansen samtakið viðger persónupplýsingar um teg inntil tú hevur meldað teg frá.

Heimildin hjá Poul Hansen samtakið at viðgera persónupplýsingar um teg í samband við kunning er samtykki sambært § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykki aftur og melda teg frá at móttaka kunning. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lóggildið av viðgerð, sum fór fram áðrenn samtykki bleiv tikið aftur.

Greining og deiling av dátum

Hendan síðan er knýtt at google analytics, sum savnar upplýsingar inn um tína vitjan á okkara heimasíðu. Hetta er fyri at vit kunnu menna síðuna og gera hana enn meira brúkaravinarliga og fyri at kunna vísa meiri viðkomandi tilfari til vitjandi.

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til at fáa atgongd til allar upplýsingar vit hava um teg. Um tú ynskir, at strika upplýsingar um teg ella tillaga teir, so kanst tú senda ein teldupost til hr@ph.fo við tínum ynskjum.

Hevur tú spurningar?

Er eitt hvørt tú ivast í ella vilt spyrja um, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 360143 ella senda ein teldupost til hr@ph.fo

Hvussu tryggja vit okkara mannagongdir við tínum dátum?

Fyri at tryggja okkum, at vit kunnu halda skil á øllum teimum ymisku persónsdátunum, sum vit hava við at gera, hava vit eina skipan frá Wired Relations, sum ger tað lættari at handfara dátur sambært dátuverndarlógini.
Dagføringar

Vit mæla tær til at vitja hesa síðu javnan, soleiðis at tú altíð ert kunnug/ur við okkara viðgerð av tínum persónsdátum og møguligum broytingum í okkara privatlívspolitikki.
Hendan síðan er seinast dagførd 11.01.2021

Samband og dátueftirlit

Eftirlit og dagføringar av hesari síðu verða framdar av ábyrgdarstarvsfólkum hjá P/F Poul Hansen samtakinum:

Postsmoga 3016
Heykavegur 8
110 Tórshavn

V-tal 316911

Avgreiðslutíðir:
Mánadag til fríggjadag
8:00 – 16:00

Tel +298 311 161
ph@ph.fo