Treytir

Pinkupakkin frá Samkeyp og Á er ein vælkomugáva til nýføddað barnið. Hevur tú átt á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, eigur tú at hava fingið bjóðað eitt vælkomubræv frá Samkeyp og Á, sum samstundis er ein innbjóðing til at melda til okkara Pinkupakkaskipan. 

Innihald

  • 1 pk REMA 1000 vátserviettar
  • 1 pk REMA 1000 skúm vaskiklútar
  • 1 pk REMA 1000 blæur stødd (mini 3-6kg)
  • 1 REMA 1000 pinkubarna hársápa
  • 2 REMA 1000 suttur
  • 1 pk REMA 1000 svimjiblæur (Small 7-12kg)
  • Virðiskort til at samla stempul í, hvørja ferð ein REMA 1000 blæupakki verður keyptur, og fá 10. blæupakkan ókeypis.

Pinkupakkin fæst einans við at melda til gjøgnum heimasíðuna hjá Samkeyp ella Á.
Verður Pinkupakkin ikki heintaður innan rímuliga tíð, loyva vit okkum at ógilda tilmeldingina.

Pinkupakkin er ætlaður einum nýføddum barni pr. húski um árið. Við tví- ella tríburðum verður sjálvandi vøran løgd í Pinkupakkan samsvarandi.

Tú kanst meldað til, frá tí degi barnið er føtt og inntil tríggjar mánaðir eftir føðing. Pinkupakkin kann í fyrsta lagi heintast 7-10 arbeiðsdagar eftir tilmelding. Við tilmelding skal ásetast í hvørjum Samkeyp- ella Á handli Pinkupakkin ynskist at heintast.Tilmeldingin verður skrásett í skipanini og Pinkupakkin verður pakkaður og merktur við navni á tilmeldara og síðani sendur til handilin.

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í innihaldinum í Pinkupakkanum.

Treytir fyri stempulkort til blæur

Stempulkortið er einans galdandi, um foreldur at nýføðingi (upp til 3 mánaðar gamal) hava meldað seg til Pinkupakkaskipanina, undir treytunum, sum eru nevndar her á síðuni. Stempulkortið kann bert nýtast til eitt barn í senn, so til ber ikki, at brúka sama stempulkort til fleiri ymisk børn. Stempulkortið skal vísast við kassan í handlinum og tú fært eitt stempul fyri hvønn keyptan blæupakka (frá REMA 1000) í einum Samkeyp- ella Á handli.

Tá ið tú hevur keypt 9 REMA 1000 blæupakkar og samlað 9 stempul, verður 10. blæupakkin latin tær ókeypis, og tú fært eitt nýtt stempulkort útflýggjað.

Tú kanst samla stempul inntil barnið ikki brúkar blæu meira, ella inntil barnið er fylt 3 ár.

Við at melda til Pinkupakkaskipanina, játtar tú samstundis at fáa kunning og tilboð frá Samkeyp og Á av og á.

Melda til her